
Í gjár var aðalfundur hjá Havnar Bjargingarfelag, og í hesum sambandi vórðu teir tríggir Edvard Kjeld, Heini Eysturoy og Jens Hansen tilnevndir heiðurslimir fyri teirra trúgvu og drúgvu tænastu fyri Havnar Bjargingarfelag. Hesum boðar felagið frá í tíðindaskrivi.
Á aðalfundinum var nýggj nevnd eisini vald, og hon hevur nú skipað seg við Eyðbjørg Højgaard sum forkvinnu og Sáru Eysturoy sum næstforkvinnu.
Í nevndini eru eisini Daniel Dahl-Olsen, Sørin Aagaard, og Magni á Deild Olsen nevndarlimir.
Eykalimir eru Edvard Kjeld, Michael Thomsen, Heini Eysturoy og Christoffer Lützen. Jens Hansen er skrivari og Eli Lyngvej Larsen er kassameistari.
Nevndin hjá Havnar Bjargingarfelag (Mynd: Havnar Bjargingarfelag)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald