Sølan av brennievni hjá Effo og Magn heldur ótarnað fram, men sølubúðirnar lata aftur komandi dagarnar.
Hesum boða Effo og Magn frá í tíðindaskrivi.
Hetta fyri at verja starvsfólk og viðskiftafólk fyri smittuvanda og smittuspjaðing.
- Vit ynskja við hesum at ganga tilmælunum um at avmarka smittuvandan á møti, samstundis sum vit eru við til at halda samfelagshjólunum koyrandi, ið og við at tað framhaldandi ber til at keypa brennievni eins og áður, sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo.
(Savnsmynd)
- Innflutningurin av olju til Føroya er í somu tryggu legu, sum hann altíð er, og okkara starvsfólk veita hvønn dag olju til skip, virkir og sethús, eins og vit altíð gera, siga bæði feløgini.
Handlarnir hjá bæði Effo og Magn hava opið restina av degnum, men frá í morgin eru dyrnar stongdar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald