Í gjár var tjóðartingsval fyri aðru ferð uppá fimm mánaðir í Ísrael. Spenningur var frammanundan um Benjamin Netanyahu, sum hevur staðið á odda fyri ísraelskum politikki í tíggju ár, fór at megna at halda meirilutan saman við flokki sínum, Likud
Les eisini: Møguleiki fyri stjórnarskifti í Ísrael
Í venjarakanningum stóð á jøvnum millum Likud og Blá-Hvítu miðsamgonguna undir leiðslu av fyrrverandi herleiðaranum í Ísreael, Benny Gantz, og eftir at 90 prosent av atkvøðunum vóru taldar upp, stóð púra javnt millum stóru mótstøðuflokkarnar. Hetta skrivar Ritzau, umvegis ísraelskar miðlar.
Í tjóðartinginum eru 120 sessir, og í løtuni standa Likud og Bláu og Hvítu til at fáa 32 sessir hvør.
Tískil er púra óvist, hvat fer at henda: Um Netanyahu og Gantz møguliga fara at samstarva, um fyrrverandi verjumálaráðharrin Avigdor Lieberman og flokkur hansara kunnu gerast avgerandi, ella kanska arabiski felagslistin. Teir flokkarnir standa til at fáa ávíkavist níggju og tólv sessir.
Væntast kann, at seinni í dag er endaliga úrsliti úr Ísrael tøkt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald