Donald Trump verður í januar aftur innsettur sum forseti í USA. Hetta gjørdist endaliga greitt fyrrapartin í gjár.
Sí eisini: Endaliga váttað: Donald Trump verður forseti aftur
Tað er ikki endaliga liðugt at telja alt upp enn, men Trump er yvir fýra og eina hálva millión atkvøður frammanfyri Kamalu Harris og stendur til at vinna allar sjey sveiggj-statirnar - Nevada og Arizona kunnu ikki endaliga staðfestast enn.
Til ber at síggja úrslit á serstøku síðuni hjá TV2.
Harvið verður talan um stórsigur til republikanaran, men hetta er meira enn torført at svølgja hjá.
Nøkur mótmæli hava verið síðani valið. Summi óttast, at hetta er "endin á amerikanska demokratiinum".
Í stórbýnum Chicago var helst størsta almenna mótmælisgongan.
Chigago er størsti býurin í Illinois, sum leingi hevur verið ein demokratiskur statur. Har vann Kamala Harris eisini, og millum nógv har er ótti fyri, at eitt forsetaskeið við Donald Trump fer at merkjast ógvuliga neiliga.
Sí eisini: Kamala: - Stríðið heldur áfram
Tað var serliga stríðið í Miðeystri og fosturtøkulóg, sum fyltu, tá mótmælt var beint við Trump International Hotel and Tower í miðbýnum.
Tað skrivar Reuters tíðindastovum.
Á skeltunum kundu lesast boðskapir sum, at allur amerikanskur stuðul til Ísrael má enda, at forsturtøkulóggáva má linkast, og "Free Palestine" varð rópt.
Donald Trump hevur verið nakað friðarligur sjálvur, síðani hann varð afturvaldur og helt sína sigursrøðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald