Bygdaleiðir hava ikki koyrt síðan 13. mars, men eftir páskir fara tær at koyra aftur – tó ikki heilt sum vanligt.
Strandferðslan boðar í dag frá ætlanini um at seta í verk eina skerda tilkall útgávu av Bygdaleiðum, sum skal koyra frá 14. apríl. Á heimasíðuni stendur m.a. soleiðis:
Almennu myndugleikarnir við Kreppuráðnum og Fíggarmálaráðnum á odda ynskja saman við SSL at seta í verk eina skerda tilkall útgávu av Bygdaleiðum í gongd í fyrsta umfari frá týsdegnum 14. apríl 2020. Mannagongdir til ferðing við Bygdaleiðum eru góðtiknar av Landslæknanum.
Í hesum korona tíðum eru nógvar avbjóðingar, ið tann einstaki og vit øll í felag mugu taka hond um. Sum kunnugt ynskja myndugleikarnir saman við Føroya fólki at halda samfelagshjólini í gongd, og við eini skerdari tilkall útgávu av Bygdaleiðum verður stýrt ímóti, at samfelagshjólini so líðandi koma í gongd aftur við ferðing til og frá arbeiði millum bygdir og býir.
Tann skerda tilkall ferðaætlanin fyri Bygdaleiðir er klár at seta í verk, og hevur verið viðgjørd og gagnmett í mun til at halda flutning til og frá oyggjunum til og frá meginøkinum. Harumframt hava verandi átøk tikið støði í skilagóða samstarvinum millum SSL og Atlantic Tyrlutænastuna, ið til eina og hvørja tíð skulu kunna halda bráfeingis- og neyðsynjarflutningin virknan út til útoyggjarnar, har flest øll eru eldri íbúgvar, ið eru avbyrgdir frá vanligum hentleikum, sum meginøkið hevur.
Meira kunning fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald