Uttanlands

Eftirlýsti sviin handtikin í Kastrup í gjár

23-ára gamli persónurin, ið er undir illgruna fyri at hava staðið aftanfyri spreingina í Skattestyrelsen, varð handtikin á flogvøllinum í Kastrup

2019-09-18 12:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

6. august var ein ógvuslig spreinging í bygninginum hjá Skattestyrelsen á Eysturbrúgv í Keypmannahavn. Eingin var í bygninginum, og tí kom eingin av álvara til skaða í hendingini.

Eftir eina viku varð ein 22-ára gamal svii handtikin. Hann er síðani fluttur úr Malmö til Keypmannahavn, har hann seinast í august varð skuldsettur.

Løgreglan hevur í ein mánað leitað eftir einum øðrum svia, ið er undir illgruna í málinum, og fyrrapartin upplýsti løgreglan í Keypmannhavn í einum tíðindaskrivi, at tann 23-ára gamli í gjár varð handtikin á flogvøllinum í Kastrup. 

Í skrivinum siga tey frá løgregluni, at nú báðir teir mistonktu eru handtiknir, síggja tey fram til at fara víðari í málinum.

Klokkan 11 lokala tíð varð 23-ára gamli sviin stillaður fyri ein dómara í býarrættinum í Keypmannahavn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder