Amerikanski forsetin, Donald Trump boðar frá, at eisini eftirmaðurin hjá fyrrverandi IS-leiðaranum, sum varð dripin um vikuskiftið, er deyður.
Sambært DR sigur Trump, at amerikanski herurin hevur dripið "fyrsta avloysaran hjá Abu Bakr al-Baghdadi" uttan at nevna nakað navn, men tað er sannlíkt, at talan er um Abu Hassan al-Muhajir.
Les eisini: Donald Trump: Vit hava dripið IS-leiðaran
Fleiri altjóða miðlar hava áður borið tíðindini um, at fyrrverandi talsmaður hjá IS og høgra hondin hjá al-Baghdadi varð dripin í einum amerikanskum álopi í Norðursýria sunnudagin.
Sambært Reuters vóru tað kurdisk og amerikonsk herfólk í felag, sum stóðu aftanfyri álopið.
Abu Hassan al-Muhajir fjaldi seg í einum lastbili, sum var ávegis gjøgnum Norðursýria, tá hann varð álopin. Hetta hendi dagin eftir, at Abu Bakr al-Baghdadi varð dripin í einum øðrum álopi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald