placeholder
Innanlands

Eftirspurningur av grundstykkjum í Vágum

Farið er undir at grava út fyri átta nýggjum grundstykkum við Skaldaveg í Miðvági

Eyðdis Hartmann Niclasen gróv fyrsta flagið

Eyðdis Hartmann Niclasen gróv fyrsta flagið

2020-05-29 08:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í løtuni eru einans átta grundstykkir tøk í Vága kommunu, tvey eru í Sandavági, trý í Miðvági og trý í Vatnsoyrum.

Arbeiðið at útstykkja átta nýggj grundstykkir eystan fyri Skaldaveg í Miðvági er byrjað. Mikudagin fekk Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri heiðurin at grava fyrsta flagið av. Tað er Sp/f Deskon við Dánial Johansen, ið stendur fyri arbeiðinum at gera grundstykkini byggibúgvin. 

Útstykkingin á Heiðatrøðni er partur av størri útstykkingarætlan fyri økið, og eru hetta tey fyrstu átta grundstykkini av 50. Tað sum er serstakt við hesum nýggja býlinginum er, at hann verður bundin saman við gøtum og fríøki, og verður tryggur hjá børnum at ferðast og spæla millum húsini.

Arbeitt verður eisini við at útvega meira lendi til fleiri útstykkingar í Sandavági. Grundstykkini, sum nú eru tøk í Sandavági liggja tey við Smæruteig norðuri í Sørpum.

Tøku grundstykkini í Miðvági liggja við Dagmarsgøtu og á Olivarsvegi, øll norðuri á Heiðum í Miðvági.

Ætlanir eru eisini at gera fleiri útstykkingar í Vatnsoyrum. Fyri tíð síðan vórðu fýra grundstykkir boðin út í Vatnsoyrum av teimum eru trý eftir, sum øll liggja við Oyraveg við góðum útsýni yvir Leitisvatn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder