Mentan

"Eg reið mær avstað" í Løkshøll

Ætlanin er eisini at vísa hann í Salt í Suðuroy

Jákup Zachariasen og Kristina Bærendsen saman við John Carter Cash í Cash Cabin upptøkuhølinum (Mynd úr filminum)

Jákup Zachariasen og Kristina Bærendsen saman við John Carter Cash í Cash Cabin upptøkuhølinum (Mynd úr filminum)

2019-10-02 14:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Heimildarfilmurin um føroysku countrysøguna, sum Kringvarp Føroya hevur framleitt, verður nú eisini vístur í Eysturoynni. 

Í síðstu viku var filmurin frumsýndur fyri fullsettum sali í Havnar Bio. Nú verður filmurin vístur í Løkshøll í Runavík. Ein sýning var í gjárkvøldi, og í kvøld er aftur ein. Filmurin er góðar tveir tímar til longdar.

Sum skilst verður filmurin eisini sýndur í Salt í Suðuroy.

Nýggi heimildarfilmurin, sum Suni Merkistein hevur lagt til rættis, og Rúni Friis Kjær hevur klipt og sett saman, varpar ljós á tvær føroyskar meginútrásir. Greitt verður frá, hvussu føroyskir langfarasjómenn, ið fiskaðu á fjarleiðum fyri á leið seksti árum síðani, fingu tokka til tann amerikanska countrytónleikin, sum teir bóru við sær heim undan Ný Foundlandi. Soleiðis birtist ansurin í Føroyum upprunaliga fyri hesum tónleiki. Hóast countrysiðvenjan man standa sterkari í Føroyum enn í londunum uttan um okkum, gingu kortini fleiri ár til country vaks fram sum ein føroysk tónlistagrein fyri seg.

Og her koma vit til aðru útrásina. Søgan byrjar í 1989 – fyri tretivu árum síðani. Tá fer hin tá 23 ára gamli tónleikaframleiðarin Jákup Zachariassen av sínum eintingum til Nashville. Ørindi hansara eru at vita, um áhugi er á amerikansku countryháborgini fyri føroyska sangaranum Alex Bærendsen. Soleiðis byrjar ein næstan ævintýrlig søga um gávaðar føroyskar amatørar og hitt mæta A-liðið í Nashville.

Í higartil óbrúktum filmsupptøkum fylgja vit Jákupi Zachariassen í upptøkuhølum í Nashville saman við Halli Joensen og Kristinu Bærendsen - tveimum av best umtóktu føroysku countrysangarunum nú á døgum. "Eg reið mær avstað" lýsir í stórum søguna um hesi trý høvuðsnøvnini á føroyska countrypallinum, men í afturliti verður ljós eisini varpað á eitt nú Alex Bærendsen. Tónleikaframleiðarar og countrykennarar – nevnast kunnu Óli Poulsen, Niclas Johannesen, Birgir Kruse og Petur Rouch – greiða frá og bera fram sína hugsan í filminum.

"Eg reið mær avstað" verður vístur í Kringvarpinum í tveimum pørtum um mánaðarskiftið oktober/november.

Eg Reið Mær Avstað - Bio trailer from FriisFrame on Vimeo.

 

Les ummæli: Ein virðiligur varði fyri serliga Jákup Zachariassen

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder