Innanlands

Egon Joensen verður stjóri í Búnaðargrunninum

Stýrið fyri Búnaðargrunnin hevur sett nýggjan stjóra eftir at maðurin, sum fyrst fekk bjóðað starvið, valdi ikki at taka av

Egon Joensen saman við Símuni Gullaksen, stýrisformmani í Búnaðargrunninum (t.v.)

Egon Joensen saman við Símuni Gullaksen, stýrisformmani í Búnaðargrunninum (t.v.)

2020-03-13 14:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Egon Joensen er settur sum stjóri í Búnaðargrunninum, eftir at Snorri á Bøgarði, sum fyri stuttum fekk starvið í boði, valdi ikki at taka við starvinum

Egon Joensen er 48 ár og  útbúgvin búskaparfrøðingur, cand.oecon. Hann kemur úr einum starvi sum fulltrúi í Fíggjarmálaráðnum, har hann hevur starvast seinastu sjey árini.

Egon Joensen tekur við stjórastarvinum, eftir at Snorri á Bøgarði, ið fyri trimum vikum síðani fekk starvið í boði, valdi ikki at taka við starvinum.

Stýrið fyri Búnaðargrunnin søkti eftir stjóra til grunnin, tá undanfarni stjórin Regin I. Jakobsen tók við sum stjóri í Vága Floghavn. 21 umsóknir komu til stjórastarvið í Búnaðargrunninum.

Egon Joensen tekur við starvinum 1. mai. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder