placeholder
Innanlands

Egyptar krevja endurgjald frá japansku eigarunum

Hald er lagt á stóra bingjuskipið, sum forðaði alla ferðslu gjøgnum Suez-veitina í eina viku

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-04-14 08:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Egyptiskir myndugleikar krevja nú, at japansku eigararnar av stóra bingjuskipinum Ever Given skulu rinda fyri eitt nú mistar inntøkur fyri vikuna, sum teirra skip forðaði allari sigling gjøgnum Suez-veitina.

Ovastin í umsitingini av veitini, Osama Rabie sigur, at enn hava eigararnir sýtt fyri at rinda nakað til Egyptaland og til teir umleið 30 sleipararnar, sum vóru við til at fáa skipið leyst aftur.

Endurgjaldskravið er umleið 5,5 milliardir krónur tilsamans, skriva rReuters.

Í farnu viku segði Rabie við egyptiskt sjónvarp, at Ever Given ikki slepp úr Suez-veitini aftur fyrr enn ein kanning av hendingini er gjørd og endurgjald goldið.

Hann nevndi onga upphædd tá, men ymsar keldur upplýsa nú, at kravið er umleið 900 milliónir dollarar.

Í løtuni liggur stóra farmaskipið í Bitter-vatninum, sum er ein partur av Suez-veitini.

Japanska reiðaríið, sum eigur Ever Given hevur ikki viðmerkt kravið úr Egyptalandi.

Tað var fyri trimum vikum síðani, at Ever Given – eitt av heimsins størstu bingjuskipið – sigldi seg fast í veitini. 400 metra langa skipið við 20.000 bingjum umborð, lá sum ein proppur tvørtur um veitina í eina viku áðrenn tað eydnaðist at fáa tað leyst aftur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder