Egyptar hava lagt fram uppskot um fyribils vápnahvíld í Gaza og leyslating av fleiri gíslum.
Uppskotið snýr seg um eina tveir dagar langa vápnahvíld og leyslating av fýra ísraelskum gíslum og fleiri palestinskum fangum.
Vónin er, at hetta kann føra til varandi vápnahvíld, segði egyptiski forsetin, Abdel Fattah a-Sisi frá á tíðindafundi í gjár.
Uppskotið, sum verður umrøtt komandi dagarnar, inniheldur eisini veiting av neyðhjálp til sivilfólk í Gaza.
Egyptaland hevur saman við Katar og USA virkað sum semingsfólk millum partarnar í Gaza-stríðnum. Í november í fjør eydnaðist at gera eina avtalu um vikulanga vápnahvíld og leyslating av fleiri gíslum, men seinastu mánaðirnar hevur ikki eydnast teimum at funnið nakra semju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald