2021-04-16 12:43

Eiðis kommuna legst nú afturat kommunum í Talgildu Føroyum og verður partur av talgilda undirstøðukervi landsins, og kommunan kann nú fara undir at menna talgildar tænastur til borgarar sínar, skrivar Eiðis kommuna á heimasíðuna.
Tað var í oktober í fjør, at Talgildi Samleikin og Vangin vórðu tikin í nýslu, og 14.000 føroyingar hava longu skrásett sær Samleikan, og kunnu teir sostatt brúka tænasturnar hjá teimum tænastuveitarunum, sum longu eru á Vanganum.
Nærum 20 kommunur í Føroyum eru nú vorðnar partur av Talgilda Samleikanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald