Uttanlands

Eiga at lata sendistovur uppaftur í Afganistan

Vestanlond eiga at umhugsa at lata uppaftur sendistovurnar í Afganistan, sigur sendifólk hjá ST

Síðan Taliban tók valdið aftur í Afganistan, hevur nýggja stýrið sett í gildi fleiri lógir, sum avmarka rættindi hjá kvinnum (Mynd: EPA)

Síðan Taliban tók valdið aftur í Afganistan, hevur nýggja stýrið sett í gildi fleiri lógir, sum avmarka rættindi hjá kvinnum (Mynd: EPA)

2022-12-25 12:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vesturheimurin eigur at umhugsa at lata uppaftur sendistovur sínar í Afganistan, heldur Markus Potzel, sendifólk hjá ST í landinum.

Grundgeving hansara er, at tað á tann hátt verður lættari at fáa eina nágreiniliga mynd av viðurskiftunum í Afganistan, um londini sjálvi hava almenna umboðan har.

Tað var í august í fjør, at Taliban tók valdið aftur í Afganistan, og síðani hevur Taliban-stýrið sett í gildi strangar lógir, sum m.a. avmarka rættindi hjá kvinnum.

Í kjalarvørrinum á hesum, hava fleiri lond stongt sendistovur sínar í Afganistan og noktað at viðurkent Taliban sum eitt løggildigt stýri.

Potzel sigur tó, sambært Ritzau, at londini ikki noyðast at viðurkenna Taliban-stýrið fyri at lata sendistovurnar uppaftur, og hevur Vesturheimurin áhuga í, at støðan í Afganistan verður tryggari.

Les eisini: Taliban útihýst kvinnur frá hjálparfelagsskapum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder