Taliban-stýrið í Afganistan heitti í gjár á allar hjálparfelagsskapir um ikki at loyva kvinnuligum starvsfólkum til arbeiðis.
Grundgevingin er, at summar av kvinnunum ikki hava fylgt reglurnar um islamiskan búnað.
Hetta er galdandi bæði fyri lokalar og altjóða felagsskapir, til onnur boð verða givin, sigur Taliban í einum brævi frá afganska búskaparmálaráðnum sambært Ritzau.
Tað er galdandi fyri felagsskapir, sum eru partur av Acbar, ið samskipar neyðhjálparátøk í Afganistan. Her er talan um 183 afganskar og altjóða felagsskapir, men ST, sum hevur sett fleiri hjálparátøk í verk, er ikki umfatað av hesum, sigur talsfólk hjá afgansku stjórnini.
Les eisini: Afganistan: Kvinnur sleppa ikki longur at lesa á universiteti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald