placeholder
Innanlands

Eiga at taka hond um trupulleikan beinanvegin

Annika Olsen hevur spurt Bárður á Steig Nielsen, løgmann, um ætlanir eru um at seta tiltøk í verk fyri at basa harðskap í býarlívinum

– Ógrundaður harðskapur er ein sera álvarsligur trupulleiki, sum hond eigur at verða tikin um beinanvegin, sigur Annika Olsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

– Ógrundaður harðskapur er ein sera álvarsligur trupulleiki, sum hond eigur at verða tikin um beinanvegin, sigur Annika Olsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-04-27 11:46 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Tað gongur neyvan eitt vikuskifti uttan fráboðanir til løgregluna um harðskap í býarlívinum, serliga í miðstaðarøkinum. Harðskapurin tykist gerast grovari og eisini ósek, ung sum eldri, verða álopin.

Soleiðis sigur Annika Olsen úr Fólkaflokkinum, sum hevur sett løgmanni, Bárður á Steig Nielsen, fyrispurning um átøk ímóti harðskapi í býarlívinum.

– Ógrundaður harðskapur er ein sera álvarsligur trupulleiki, sum hond eigur at verða tikin um beinanvegin. Mynstrið við harðskapi er broytt munandi seinnu árini, og ofta eru rúsevni ein partur av trupulleikanum, sigur hon.

Í mars varð ein heildarætlan um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum komandi árini handað løgmanni, og vil Annika Olsen m.a. hava at vita, nær átøkini í heildarætlanini verða sett í verk.

Eisini spyr hon, um ætlanir eru um at seta tiltøk í verk fyri at basa harðskap í býarlívinum, og um nakrar ítøkiligar samráðingar við kommunurnar eru um hetta.

– Harðskapsmál koma í bylgjum

Farna vikuskifti varð boðað frá trimum harðskapsmálum í náttarlívinum, m.a. var ein 77 ára gamal maður álopin av trimum ungum monnum sunnunáttina.

Í  samrøðu við útvarpið sunnudag seinnapart segði Rúni Vesturklett, vakthavandi á politistøðini í Havn, at tað tó var ringt at meta um, hvørt talið á harðskapsmálum er vaksandi.

Tað tykist sum, at harðskapsmál koma í bylgjum, og viðhvørt eru vikuskifti, har tað gongur rættiliga galið hjá fólki í náttarlívinum, meðan har eru aðrar tíðir, har býurin er fullur við fólki, og einki hendir, segði hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder