Innanlands

Fýra ungir mans skuldsettir fyri at leypa á eldri mann

Ein 77 ára gamal maður varð álopin í miðbýnum í Havn, tá hann gekk og samlaði fløskur sunnunáttina, og fýra mans eru skuldsettir í málinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-04-25 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár sóknaðist løgreglan eftir vitnum til eina hending, sum fór fram sunnunáttina beint fyri klokkan hálvgum trý, og tað hevur givið úrslit, tí løgreglan hevur nú tikið og skuldsett fýra mans fyri harðskap.

Talan var um ein 77 ára gamlan mann, sum gekk og samlaði fløskur við krossvegin við Sverrisgøtu og Tróndargøtu, tá hann varð álopin av trimum monnum.

Teir koyrdu tætt við mannin í bili, og síðani lupu teir tríggir úr bilinum og løgdu á mannin og skumpaðu hann so mikið hart, at hann datt afturav og smekkaði høvdið í. Síðani koyrdi bilurin av stað aftur.

Sambært vaktleiðaranum á politistøðini í Havn er talan um fýra mans, sum allir eru um 20 ára aldur.

Løgreglan er enn í ferð við at kanna málið, og tað er síðani komið fram, at hesir somu menninir hava verið ágangandi ímóti órættaða manninum stutt frammanundan. Tað var uppi við tinghúsið.

Løgreglan sigur, at umframt vitnisfrágreiðingar, hava tey eisini videobrot at hjálpa sær í kanningararbeiðnum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder