Mentan

Eija Mäkivuoti sýnir fram í Víngarðinum

Framsýningin hjá finsku fjøllistakvinnuni letur upp í dag, 5. august

2023-08-05 09:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag, leygardagin 5. august klokkan 15 letur upp forkunnug framsýning í Víngarðinum við verkum hjá finsku fjøllistakvinnuni, Eija Mäkivuoti.

Hon býr og arbeiðir í Helsinki, men er javnan á ferð í Norðurlondum ikki minst í Føroyum, sum hon hevur vitjað óteljandi ferð. Hon hevur ofta verið á G festival og í øðrum tónleikahøpum, har hon hevur samstarvað við fleiri føroyskar tónleikabólkar, sum hon hevur fotograferað.

Herfyri hevði hon eina hugtakandi minnisframsýning fyri Mikkjali G. Hansen & SIC/ Fighters They Bleed í Smiðjuni í Lítluvík. Í 2015 gav Sprotin út vøkru listafotobókina hjá Eiju Mäkivuoti; Havin hjá Birgit við myndum og søgum úr Føroyum, sum Eija sær okkara land og fólk.

Her um leiðir kenna vit hana helst best fyri fotomyndirnar, men á framsýningini í Víngarðinum eru eisini bjartlittir vatnlitsmálningar og kollasjur at síggja. Nógv ymiskt hevur veitt listakvinnuni íblástur, bæði ítøkilig støð í náttúruni og í listafólkabústaðinum í húsunum hjá Janusi Kamban, har Eija hevur búð og arbeitt fram móti framsýningini. Hesar upplivingar verða knýttar saman við listaástøði og hugsanum innan sonevnda hydrofeminismu og nýmaterialismu.

Verkini snúgva seg í stóran mun um vatn og sjógv, sum listakvinnan bæði er hugtikin av myndevnisliga, samstundis sum hon persónliga ikki er heilt álvilig við havið – hon fær sjóverk av at sigla og hevur leingi verið bangin fyri at svimja. Ein partur av framsýningini snýr seg um kvinnur við sjógv, her listakvinnan tekur støði í fotomyndum m.a. úr Skjalasavninum. Á ein hátt kann sigast, at framsýningin eisini er farin at snúgva seg um viðurskiftini hjá Eija Mäkivuoti við sjógv og við litir. Hon hevur arbeitt tætt við sjógv og hevur t.d. gjørt vatnlitsmyndir í samstarvi við vatnið í aldum, hvørs rørslur hava blandað litirnar og verið við til at forma myndirnar. Listakvinnan verður sjálv til staðar á vernissage í Víngarðinum 5. august klokkan 15-17.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder