Uttanlands

Ein av heimsins mest eftirlýstu monnum handtikin

Franska løgreglan handtók leygarmorgunin Felicien Kabuga, ið er ákærdur fyri at hava fíggjað fólkamorðið í Ruanda

2020-05-16 14:15 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Felicien Kabuga, ið er ákærdur fyri at hava fíggja vápnaðu liðinum handan fólkamorðið í Ruanda í 1994, tá 800.000 fólk vóru dripin, var leygarmorgunin handtikin av fronsku løgregluni nærhendis París.

Tað upplýsir franska løgmálaráðið.

84 ára gamli Kabuga hevur flýggja og liva í útlegd í 25 ár. Hann er tann mest eftirlýsti maðurin í Ruanda, og tað er ein finningarløn uppá fimm milliónir dollarar, til tann ið tryggjar at hann veðrur handtikin.

Kabuga, ið hevur livið við følskum samleika í eini íbúð í Asnieres-Sur-Seine var handtikin leygarmorgunin klokkan hálvgun seks. Hann er ákærdur fyri at hava fíggjað hernaðar liðið handan fólkamorðið í Ruanda, har 800.00 fólk vóru dripin uppá 100 dagar í 1994.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder