Starvstilboðið til Dana White, stjóra í stríðsítróttasambandinum Ultimate Fighting Championship (UFC) var ikki meint í álvara, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump.
Um vikuskiftið skrivaði amerikanski forsetin á Truth Social, at hann hevði bjóðað White starvið sum pressutalsfólk, sum hevur verið leyst, síðan Katie Zacharia fór frá miðskeiðis í oktober eftir bert fáar dagar í starvinum.
Trump sigur, at White dámdi væl hugskotið, men at tað ikki blívur veruleiki.
– Eg tvætlaði bara, sigur hann sambært Ritzau.
Les eisini: Trump bjóðað stjóra í stríðsítróttasambandi starvið sum pressutalsfólk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald