Síðan januar 1988 hevur sangleikurin "The Phantom of the Opera" gingið á kendu leikhúsgøtuni Broadway í amerikanska stórbýnum New York, men um eitt hálvt ár verður seinasta sýningin.
"The Phantom of the Opera", ið akkurát nær at hátíðarhalda 35 ár á Broadway, er tann sangleikurin, sum hevur gingið longst, og helst eisini ein av kendastu leikunum, sum hevur verið framførdur á Broadway yvrihøvur.
Sambært Ritzau, ið endurgevur New York Times, verður seinasta sýning 18. februar næsta ár, og tá hevur leikurin verður framførdur á Broadway 13.952 ferðir.
Orsøkin til, at tey gevast at sýna leikin á Broadway er, at eftirspurningurin eftir atgongumerkjum hevur verið minkandi, serliga orsakað av koronu.
"The Phantom of the Opera", sum snýr seg um maskuberandi dreygin, sum spøkir í operahúsinum í París, varð framførdur á Broadway fyri fyrstu ferð í januar 1988, og sama ár fekk sangleikurin sjey Tony-virðislønir, m.a. eina fyri "besta sangleik".
Aftaná "Phantom of the Opera" eru tað sangleikirnir "Chicago" og "Lion King", sum hava verið at sæð á Broadway í longst tíð. Teir vórðu fyrstu ferð sýndir í ávikavíst 1996 og 1997.
Tað er bretin Andrew Loyd Webber, sum hevur gjørt tónleikin til "Phantom of the Opera", sum varð sýndur fyrstu ferð í London í 1986.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald