Mentan

Ein eldsál er slóknað

Hóast vit vistu, at lívsleiðin var komin at endanum, so kendist tað svárt at fáa boðini um at okkara trúfasti Tommy Falkenberg, hevði fingið frið

(Mynd: HB)

(Mynd: HB)

2022-08-12 12:35 Author image
Minningarorð / Havnar Bóltfelag
placeholder

Hóast vit vistu, at lívsleiðin var komin at endanum, so kendist tað svárt at fáa boðini um at okkara trúfasti Tommy Falkenberg, hevði fingið frið. Seinasta bríkslið í strævna dystinum við krabban var bríkslað. Úrslitið var órættvíst.

Sum óviti og unglingi elskaði hann at spæla fótbólt. Við HB sjálvandi. Tað sat líka sum í genunum,-  av Mortensen slagnum í móðurlegg. Alskurin til fótbólt og til HB var ovurstórur. Tað var tó ikki á vøllinum, at hann kom at gera mest fyri HB. Tað var í øllum tí, sum er rundan um felagið. Har var hann hollur. Trúfastur hevur hann, ár eftir ár, átikið sær uppgávur, stórar sum smáar. Hann var altíð við til at fáa tingini at hanga saman hjá okkum. Uttan at gera nakað hóvasták burtur úr sær sjálvum. Hann arbeiddi, loysti uppgávurnar – og lat hini skrøgga. Vinaløg vórðu skapt, og Tommy var ein góður og trúgvur vinur. Tommy var í nevndini í HB stuðlum í nógv ár. Hann skipaði fyri at samla okkara børulið til heimadystirnar og tá HB hevði uppgávuna til aðrar dystir. Hann dømdi og vinkaði mangan fyri okkum, tá yngru deildirnar spældu. Málarakynstur hansara kom okkum mangan til góðar, tá hann saman við bróðrinum og øðrum málaravinum fríðkaði um í húsinum. Saman við tvíburðabeiggjanum hevði hann málarafyritøku, sum ofta sæst stuðlandi á ymsum HB pløggum. Bara fyri at nevna nakrar av mongu uppgávunum hann lívgaði HB við. Listin er langur.

Tommy hevði, um nakar, eitt reytt/svart hjarta og blóðið sum rann í æðrunum, hevði heilt vist sama lit.  Hann var HBari út í fingraspíssarnar. Tommy var góður við HB. Hann var í mong ár dagligur gestur í Gundadali og í HB húsinum. Kom altíð líka framvið, kanska fleiri ferðir sama dag. Fylgdi hugagóður teimum mongu venjingunum, sum eru hvønn dag. Venjingina hjá besta liðnum hjá monnum mátti hann síggja, – serliga seinastu venjingarnar áðrenn dyst, so hann fekk gjørt sær eina mynd av liðnum til komandi dystin.

Tað frøddi hann almikið, at sonurin Edvard er so íðin í fótbóltinum, og her var Tommy fastur fúsur við girðingina, um tað so var heima ella úti teir spældu. Ofta saman við Heidi, sum var Tommy ein dyggur stuðul, bæði í øllum tí hann gjørdi í HB og so sanniliga eisini í hesum seinasta harða lívsdysti hansara.

Besta mansliðið hjá HB, Betri menn, stóð honum ógvuliga nær. Hann var so sera stoltur av hesum ungu monnunum, sum umboðaðu HB.  Til dystirnar var hann ikki ein av teimum, sum setti seg upp afturá í skýlinum. Honum dámdi best at standa fram við girðingina, oftast við málið, har okkara skuldu skora. Hann livdi seg við lív og sál inn í dystin. Hann hataði at tapa. Tað var tað ringasta hann visti, um HB tapti. Um avrikið heldur ikki var nøktandi, so var ikki gott. Viðvhørt, so kom hann at brúka tann breiða pensilin, tá hann skuldi hava luft fyri vónbrotinum. Tað var í kærleika til felagið. Tað vistu vit.

Vit fata tað ikki heilt enn, at vit ikki aftur skulu síggja Tommy í HB. Missurin er stórur og vit koma at merkja saknin. Hesin er tó einki í mun til tann miss, sum tey nærmastu hava verið fyri og okkara tankar eru hjá tykkum í hesi sváru tíð.

Havnar Bóltfelag vil við hesum lýsa frið yvir minnið um okkara trúfasta vin, Tommy Falkenberg.

Takk fyri, Tommy!

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder