2018-07-09 11:18
Í gjár vórðu fýra av tailendsku fótbóltsdreingjunum bjargaðir úr hellinnum, har teir hava verið innibyrgdir síðani 23. Juni.
Fyri løtu síðani bórust tíðindi um at ein fimti persónur er borin úr hellinum á børu. Enn eru tíðindini ikki váttaði av myndugleikunum. Tað eru CNN og Reuters, sum bera tíðindini um fimta persónin.
Eftir ætlanini verða fýra persónar hjálptir út í senn. Tí er ikki væntandi, at allir níggju persónarnir, sum eru eftir, verður hjálptir út í dag.
Tìðindafólk á staðnum siga, at ein sjúkrabilur er koyrdur við útrykkningi frá staðnum. Lat bendir á at talan er um ein fimmta drong.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald