Innanlands

Ein grill var orsøkin

Løgreglan kannar ein lítlan eld, sum kyknaði í einum hoyggjhúsi í Gásadali í gjárkvøldið.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-09-21 07:46 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað var helst ein grill, sum var orsøkin til, at eldur kyknaði í einum hoyggjhúsi í Gásadali í gjárkvøldið, upplýsir løgreglan.

– Ein grill var sett inn har, og hon var ikki ordiliga sløknað, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.

Eldurin kyknaði um 19-tíðina í gjárkvøldið. Fólk varnaðust eldin hampiliga tíðliga, og varð hann tí sløktur, áðrenn tað gjørdist álvarsligt.

Átaksleiðarin var sendur á staðið beinanvegin, og tá hann kom á staðið, vóru fólk í Gásadali í holt við at sløkkja eldin. Tamarhald var á støðuni allatíðina.

Sí eisini: Varnaðust eldin áðrenn tað gjørdist álvarsligt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder