
Seinnapartin boðaðu Københavns Politi og PET frá, at ein atgerð fyri at støðga einum møguligum yvirgangsálopi varð framt í dag.
Á tíðindafundinum fyri løtu síðani upplýsti Jørgen Bergen Skov, løgregluovasti, at ein persónur varð handtikin og skuldsettur fyri yvirgang í samband við atgerðina. Viðkomandi hevði roynt at fingið fatur á vápnum og lóðri.
Jøgren Bergen Skov segði eisini, at tað er eingin ivi um, at innsatsurin hjá PET (donsku fregnaðartænastuni) hevði vart fyri einum yvirgangsálopi á Keypmannahavn.
Flemming Drejer, ið er ovasti fyri PET, segði, at mett verður at tann handtikni hevur fingið íblástur frá hernaðarligari islamistiskari terrorismu, og at hann var einsamallur um ætlanirnar um yvirgang.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald