Illstøða kom millum fólk í Steinatúni í Havn tá skeinkistøðini vóru stongd í nátt.
Tá ein patrulja hjá løgregluni koyrdi gjøgnum Steinatún klokkan 4:40 fingu tey eygað á hetta, og løgdu uppí. Sambært vaktleiðaranum í morgun fingu løgreglufólkini steðgað tí, áðrenn nakað álvarsligt hendi, men ein maður var so mikið uppøstur, at hann varð tikin við á støðina.
(Mynd: Sverri Egholm)
Hann hevur sovið í klivanum, og tá hann vaknar nú í morgun, fær hann bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, upplýsir vaktleðarin á løgreglustøðini.
Annars hevur løgreglan gjørt fleiri málrættað átøk í gjárkvøldið og í nátt. Omanfyri hundrað bilar vórðu steðgaðir kring landið, og kannað var fyri rúsdrekkakoyring og rúsevniskoyring, men einki bleiv skrivað.
Løgreglan var eisini á vitjan á skeinkistøð í Klaksvík, á Viðareiði, í Fuglafirði og í Runavík, og kannaði um alt var í lagi. Heldur ikki har, var nakað at seta fingurin á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald