Mentan

Ein klassikari í Filmsfelagnum

“Who’s Afraid of Virginia Woolf?” við Elizabeth Taylor og Richard Burton verður sýndur í Havnar Bio mikukvøldið

2023-10-05 15:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í hesum filmsklassikara frá 1966, sum ikki er ólíkur hinum nýggja danska filminum, ”Tove’s værelse”, spæla hjúnini Richard Burton og Elizabeth Taylor móti hvørjum øðrum, so harðliga, at tað fór í søguna, og hevur skapt eitt ekkó síðan.

Filmsfelagið hevur fingið filmin frá Cinemateket, sum er biografurin og savnið hjá danska Filmstovninum.

”Who's Afraid of Virginia Woolf?” byggir á samnevnda leikin hjá Edward Albee (1928-2016) frá 1962, har vit ósædd sleppa innum hjá einum lærdum hjúnum, sum í akademiskum vendingum niðurgera og slíta hvørt annað upp í einum stríði um maktina, meðan tømdu whiskyfløskurnar flúgva gjøgnum stovuna.

Filmurin var hin fyrsti hjá virðislønta leikstjóranum Mike Nichols (1931-2014), sum fyri hetta avrik fekk ikki færri enn fimm Oscarvirðislønir. Tá vórðu fólk skakað av, at tað varð bannað so illa í einum amerikanskum filmi við so kendum leikarum. Samstundis varð trupult hjá áskoðarum og ummælarum, at skilja millum fiktiva leikin á filmsløriftinum og í veruleikanum, sum litaðu bløðini javnt og samt bóru boð um.

Umframt Richard Burton og Elizabeth Taylor, síggja vit Sandy Dennis og George Segal í søguliga filminum.

Svart-hvíti filmurin verður sýndur í upprunalíki við enskari talu og uttan undirtekst mikudagin í heystferiuni.

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder