2018-08-03 00:31
Ein maður var í sethúsunum í Hósvík, har eldur kyknaði í kvøld. Løgreglan fekk fráboðanina klokkan 22:03, og lítla løtu seinni var sløkkiliðið í Sundalagnum á staðnum.
Enn veit løgreglan ikki nágreiniliga hvat er hent, men hetta verður kannað í morgin. Sum skilst var okkurt smeltað, men tað fæst greiða á næstu dagarnar.
Talan var ikki um stóran eld, men nógvan royk. Maðurin, sum var í húsunum tá hetta hendi, fekk ikki stórvegis skaða, men varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Húsini standa niðarliga í bygdini, og hava ikki fingið stóran skaða.
Mynd: Sverri Egholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald