Fyri einari viku síðani var talið av covid-19 smittaðum tilsamans 529.000 í heiminum. Nú er talið farið upp um eina millión.
Tað vísa nýggjastu tølini hjá Worldometer, sum síggjast á hagtalssíðuni her á Portalinum.
Nágreiniliga talið nú klokkan 21 var 1.005.858 fólk. 210.577 av teimum eru staðfest frísk aftur meðan deyðstali av fólkum við covid-19 er 51.644 fólk.
USA er landið við flest smittaðum við 222.708 fólkum. Italia næst flest við 83.049 og síðani Spania við 73.399 fólkum.
Í Føroyum hava tilsamans 177 fólk fingið staðfest covid-19. 81 av teimum eru blivin frísk aftur og ein er innlagdur. Í Føroyum eru 4512 kanningar gjørdar.
--
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð við covid-19, veruliga eru deyð av hesum virusi. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini. Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald