
Kreppan í Sýria hevur staðið á síðan í 2011, og hevur havt sera álvarsamar avleiðingar fyri fólki í landinum. Ófriður og ótryggleiki mynda framvegis støðuna. Altjóða Reyði Krossur metir, at fleiri enn 12 milliónir Sýrar eru flýddir frá húsi og heimi.
Beint nú er tað vetur í Sýria. Hendan ársins tíð kann vera sera hørð, við langum tíðarskeiðum við kava og kuldastigum. Tey, sum ikki hava eitt heim, eru serliga sárbær í kuldanum, og eru tey mong, ið ikki hava hóskandi klæðir ella skjól. Seinasta vetur lótu nógvir Sýrar, harímillum fleiri børn, lív á rýmingarleiðini í kuldanum.
Reyði Krossur Føroya letur eina millión krónur í hjálp til Reyða Hálvmána í Sýria, í sambandi við verkætlanir, ið hava til endamáls at veita linna og hjálp til grundleggjandi tørvin hjá teimum mest viðkvomu. Verkætlanin fevnir eitt nú um bráðfeingis útgerð til tvingsilsfluttar familjur, lívbjargandi hjálp, so sum viðgerðir á viðgerðarstovnum, sálarligan stuðul og umráðandi kunning.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald