Innanlands

Ein møguleiki afturat at fáa lestrarpláss

Setrið víðkar nú um upptøkumøguleikarnar vegna covid-19

2020-05-07 08:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Stóra óvissan og undantaksstøðan við covid-19 fekk Setrið at flyta evstamark fyri umsóknum gjøgnum kvotu 2 tvær vikur fram. Tann freistin fór í síðstu viku, og hóast talið á umsóknum er vaksið nógv, fáa fólk nú ein møguleika afturat: Tey kunnu søkja inn gjøgnum eina nýggja kvotu 3, sum hevur evstamark á midnátt sunnudagin 10. mai.

Smidleiki krevst
Nýggja serliga skipanin við kvotu 3 er gjørd, tí serligu umstøðurnar, ið koronusjúkan hevur sett alt samfelagið í, krevja serligar - og smidligar - loysnir.

Hósdagin í síðstu viku komu til dømis boð frá myndugleikunum um, at ferðafólk ikki skulu koma til Føroyar í summar vegna covid-19. Dagin eftir var evstamark at søkja inn á Setrið gjøgnum kvotu 2. Fleiri, sum verða rakt av covid-tiltøkunum, hava síðani vent sær til Setrið við ynski um lestrarpláss, og leiðslan hevur nú gjørt av at lata einar dyr afturat upp fyri umsøkjarum.

Kvota 3 gevur møguleika fyri, at fólk sleppa framat, um pláss, sum annars vóru sett av til kvotu 2, eru tøk.

Skyldan hjá Setrinum
- Vit lata sjálvandi einar eyka dyr á glopp fyri fólki, sum vil sleppa at taka úbúgving hjá okkum, nú heilsukreppan eisini leikar í á arbeiðsmarknaðinum, sigur Chik Collins, rektari.  

- Fróðskaparsetrið hevur skyldu at geva sítt íkast til samfelagið í øllum lutum, sum vit kunnu. Okkara serfrøðingar hava sjálvandi verið til taks hjá myndugleikum og samfelagi annars, nú stýrast og upplýsast skal í kreppustøðuni, og vit seta eisini øll segl til fyri at granska og finna nýggja vitan fram til at brúka í tí støðuni, sum verður, tá heilsukreppan leggur seg aftur, sigur rektarin.

- Og nýggj lesandi eru sera góð íløga í framtíðina, leggur hann afturat.

Umsóknarfreistin til kvotu 3 er sunnudagin 10. mai á midnátt, og allir umsøkjarar fáa svar fríggjadagin 10. juli.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder