Innanlands

Ein nýggjur tilburður staðfestur í gjár

Talan er um ein tilburð frá kendari smittuketu – Fýra persónar afturat eru eisini staðfestir frískir, og eru í løtuni 36 persónar smittaðir við koronu í Føroyum

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-06-11 10:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð ein nýggjur smittutilburður staðfestur, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Tilburðurin er frá kendari smittuketu.

Seinasta samdøgrið eru eisini fýra persónar afturat staðfestir frískir, og sostatt minkar talið á smittaðum í løtuni niður í 36.

Støðan er í løtuni tann, at 755 persónar hava fingið staðfest koronasmittuna í Føroyum, og 718 persónar eru staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum. 276 fólk eru í sóttarhaldi í løtuni.

1226 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 291.080 kanningar, skrivar corona.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder