Innanlands

Ein persónur latið lív í ruðuleikanum í tjóðartingsbygninginum í Washington D.C

Talan er um eina sivila kvinnu, ið er skotin - óvist er av hvørjum. Mótmælisfólk, ið stuðla Donald Trump, brutu inn í stóra bygningin í høvuðsstaðnum, ið nú er tryggjaður, og arbeiðir verður tikið upp aftur í kvøld amerikanska tíð

2021-01-06 23:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gjørdist alt annað enn friðarligt, tá amerikanska kongressin í kvøld formelt skuldu góðkenna valið av demokratinum Joe Biden til nýggjan forseta. Hetta var ein dagur, har tað gjørdist greitt, at Mike Pence, varaforseti, ikki stðulaði høvuðsendamálinum hjá Donald Trump í løtuni meira. Eisini gjørdist greitt, at Georgia fyri fyrstu ferð í 20 ár fór at hava umboð fyri demokratiska flokkin í Senatinum - ikki bara eitt men bæði og hetta gevur demokratunum meirilutan í bæði Senatinum og í umboðsmanntinginum og harvið Joe Biden og Kamalu Harris fríari ræsur í komandi valskeiðið. 

Donald Trump hevði fyrr um dagin hildið eina røðu fyri viðhaldsfólki í høvuðsstaðnum, har hann mælti til at mótmæla "stuldurin av valinum í november" og at fara til Capitol Hill fyri at vísa styrki og fyri at vísa, at einki skuldi verða tikið frá teimum.

Les eisini: Ruðulleiki í Washington

Fleiri mistu nakað seinni tamarhaldið, og nógv viðhaldsfólk sluppu framvið trygdarfólkunum í tjóðartingsbygningin í Washington D.C, ið ikki vóru til reiðar. Kongressin noyddist at støðga sínum arbeiði, og limirnir flýggjaðu. Órógv var í stóra bygninginum, og nú er staðfest, at ein persónur er deyður í ruðuleikanum.

Hon varð rakt av einum skoti, og Dustin Sternbeck, talsmaður hjá løgregluni í Washington D.C., staðfesti fyri amerikanskum og øðrum altjóða miðlum, at kvinnan hevði latið lív orsakað av skoti inni á Capitol Hill. Óvist er, hvør kvinnan var, og hvør skeyt hana. 

Minst 13 fólk eru handtikin orsakað av støðuni við og í tjóðartingsbygninginum, og løgreglan hevur lagt hald á minst fimm vápn. Hetta váttar løgreglan í Washington.

Ein 24-ára gamla maður kom eisini álvarsliga til skaða, tá hann datt yvir tíggju metrar niður av einum byggipalli, ið hann varð klivin upp á uttanfyri tjóðartingsbygningin. Støðan hjá viðkoamndi er kritisk.

Tamarhald á støðuni
Støðan uttanfyri og í bygninginum er rólig, nú myrkur er fallið á høvuðsstaðin í USA, ið sera nógv hava fest sínu eygu á í kvøld. Politikkarar, viðmerkjarar og onnur hava sett orð á tann skelk, ið so nógv í USA og kring heimin hava fingið av støðuni. Tað verður kallað eitt álop á demokratisku tilgongduna, og sitandi forsetin fær nógvar atfinningar fyri hansara atburð - millum annað manglandi vilja til at góðkenna niðurlag - og manglandi atgerðir, meðan mótmælini stóðu á.

Á Twitter takkaði Donald Trump á ein hátt sínum viðhaldsfólkunum men bað tey samstundis um at virða løgregluna og fara heim. Twitter hevur nú avgjørt, at síðan hjá Trump verður stongd komandi tólv tímarnar. 

Trump biður nú mótmælisfólkini fara heim - heldur fast við at hann vann forsetavalið

Mótmælisfólkini gjørdu millum annað vart við seg við nógvum fløggum og rópum, og umframt at órógva demokratiska arbeiði so órógvaðu tey tíðindafólk uttanfyri, ið fungu skuldina fyri tapta valið hjá Trump fyri ikki at gera sítt arbeiði ordiligt.

Ein partur av herinum varð innkallaður fyri at fáa tamarhald á støðuni. FBI var eisini í bygninginum.

Nancy Pelosi, forkvinna í Umboðsmannatinginum, hevur váttað, at arbeiðið hjá kongressini verður tikið upp eitt aftur eitt sindur seinni í kvøld amerikanska tíð. Tað er alt sum bendir á, at Joe Biden tá verður staðfestur sum næsti forseti í USA. Trump verður í sessinum fram til 20. januar, og fleri stúra fyri hvussu komandi 12 dagarnar verða í USA.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder