Um fimm-tíðina í morgun fekk løgreglan eina fráboðan frá arbeiðsfólki hjá NRCC, ið vóru í gongd í Eysturoyartunnlinum.
Ein privatbilur kom drønandi inn av Toftum. Tað eydnaðist ikki hjá arbeiðsfólkinum at stegða bilinum, men løgregla úr Eysturoynni og úr Havn fekk samband við bilin á Hvítanesi.
Tað vísti seg, at fýra ungir mans vóru í bilinum, ið eingi ørindi hevði í tunnlinum, og at allir vóru ávirkaðir. Á løgreglustøðini í Havn varð blóðroynd tikin av øllum, og prátað varð við menninar.
Hetta upplýsir vaktleiðarin. Hann sigur, at nú verður bíðað eftir endaliga svarinum frá blóðprøvunum, og eftir møguleikanum at avhoyra arbeiðsfólk sum kunnu greiða frá umstøðunum viðvíkjandi hendingini
Her kann gerast talan um eina revsing fyri eitt brot á ferðsluógina, men bilførarin, ið hevur ábyrgdina, kann koma í størri trupulleikar, tí koyrt varð ófráboðað inn á eitt arbeiðspláss.
Innanlands
Privatbilur koyrdi við nógvari ferð ígjøgnum Eysturoyartunnilin tíðliga í morgun
Teir fýra ungu menninir vóru allir ávirkaðir. Nú verður bíðað til blóðroyndin er til reiðar, og til arbeiðsfólki í tunnlinum eru avhoyrd, upplýsir løgreglan
2020-05-13 11:50
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald