2024-10-27 09:16
Nógv fólk høvdu leitað sær í býin í nátt, nú landskappingin í fótbólti endaði í gjár.
Løgreglan var eisini sjónlig í býarlívinum, og vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun sigur, at fleiri høvdu fingið og nógv at drekka, og fleiri ferðir máttu teir leggja í millum fyri at forða samanbrestum.
Beint áðrenn klokkan eitt var ein persónur droyður, sum vaktleiðarin orðar seg, og varð handtikin. Hann liggur framvegis á støðini nú í morgun, og fær eina skuldseting fyri brot á skilhaldsreglurnar. Tað fær hann eina bót upp á 1500 krónur fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald