
Tað elvdi til øsing og kjak, tá eitt mótmælistiltak uttanfyri Finsen týskvøldið í síðstu viku gjørdist eitt sindur ófriðarligt.
Áhoyrarar hjá vinafelagnum Føroyar-Ísrael fingu ákoyringar sum "barnamordarar" á veg inn og út, tá fólk frá Samhugi við Palestina serliga vístu sína ónøgd við, at Lilach Ashtar var ein av røðarunum. Hon hevur virkað sum hernaðarleiðari við norðara landamarkið í Ísrael í krígnum millum Ísrael og Hamas í Gasa.
Sí eisini: Limur úr Samhugi við Palestina stjólu ísrelskt flagg í Finsen
Eitt av mótmælisfólkunum fór avstað við einum ísrealskum flaggi. Hesin maðurin hevur sagt við Frihedsbrevet, at "flaggið datt niður úr einum vindeyga í Finsen".
Tað varð ikki borið aftur, men endaði heldur á standmyndini av Rasmusi Effersøe á Tinghúsvøllinum við áskriftunum "Fuck Ísreal" og "Takk fyri lán".
Funnið er fram til persónin, sum framdi hett, og viðkomandi verður skuldsettur fyri at kemma ísraelska flaggið.
Hesum boðar løgreglan frá fyrrapartin.
Tað er ólógligt at taka og skemma fløgg hjá londum, og tað kann hava fongsulsrevsing við sær. Í hesum førinum verður tó helst bert talan um bót.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini staðfestir tó samstundis, at maðurin fer at fáa eina aðra skuldseting. Tað kann vera fyri stuldur men eisini fyri "rán", sum er eitt grovari brot.
Hetta er um, harðskapur ella hóttanar eru framdar í samband við, at okkurt er tikið. Fleiri avhoyringar skulu nú gerast, staðfestir løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald