placeholder
Innanlands

Ein smittaður millum tey 15.000

Ein persónur, sum var við í Black Lives Matter mótmælistiltakinum var smittaður við korona. Nú mæla myndugleikarnir til, at øll sum luttóku lata seg kanna

(Mynd: DR)

(Mynd: DR)

2020-06-16 17:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein persónur sum var við í Black Lives Matter mótmælistiltakinum í Keypmannahavn 7. juni, var smittaður við covid-19.

Tað varð upplýst á tíðindafundi seinnapartin.

Hetta hevur nú sett eina stóra smittusporing í gongd, og heilsumálaráðharrin Magnus Heunicke mælir til, at øll sum vóru við til mótmælisgonguna lata seg kanna fyri korona.

Umleið 15.000 fólk vóru við til mótmælisgonguna, og tað er ilt at siga júst hvar smittaði persómnurin hevur verið.

- Tí mæla vit til at øll sum hava luttikið, og serliga tey sum vóru mitt í rúgvuni lata seg kanna, sigur Anette Lykke Petri úr Stýrinum fyri sjúklingatrygd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder