Innanlands

Ein smittutilburður í gjár

Ikki er greitt, hvussu viðkomandi er smittaður, men viðkomandi er smittaður í Føroyum

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-06-07 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár, sunnudagin, varð ein nýggjur smittutilburður staðfestur, vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum.

Tað er enn ikki greitt, hvussu viðkomandi hevur fingið smittuna, men tað er vist, at viðkomandi er smittaður í Føroyum, skrivar corona.fo.

Seinasta samdøgrið eru tveir persónar afturat staðfestir frískir, og sostatt minkar talið á smittaðum í løtuni niður í 44.

Tilsamans 744 persónar hava fingið staðfest koronasmittuna í Føroyum, og 699 persónar eru staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum.

1125 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 286.527 kanningar. 210 persónar eru í sóttarhaldi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder