
Aftaná tríggjar dagar, har eingin varð staðfestur positivur fyri covid-19, varð aftur ein tilburður staðfestur fríggjadagin.
Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum, sum vórðu kunngjørd í gjárkvøldið.
Talan er um persón, sum kom til Føroya úr øðrum londum, og varð kannaður við komu. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina, skrivar corona.fo.
Sostatt eru nú 495 persónar staðfestir positivir í Føroyum tilsamans. Ein persónur afturat er staðfestur frískur, og er talið á teimum, sum eru positiv í løtuni, tí framvegis 14.
Fleiri enn 153.000 kanningar eru nú gjørdar í Føroyum.
Eingin í Føroyum er í løtuni innlagdur við covid-19, og 30 persónar eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald