
Aftaná fimm dagar uttan nakra smittu, varð ein staðfestir positivur fyri covid-19 í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Tann smittaði er partur av einari smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina, skrivar corona.fo.
Í gjár vórðu 575 kanningar gjørdar, men enn vanta 36 kanningar at verða greinaðar. Tilsamans eru 164.290 kanningar gjørdar í Føroyum.
Við hesum seinasta tilburðinum eru tilsamans 499 staðfestir positivir fyri covid-19 í Føroyum. Seinasta samdøgrið eru tveir persónar afturat staðfestir frískir, og eru sostatt bert tvey, sum eru positiv í løtuni.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19, og fýra persónar eru í sóttarhaldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald