Foreldrini í einum av barnagørðunum í Havn fingu í gjár boð um, at stovnurin ikki lat upp í morgun sum ætlað, men væntandi mikudagin.
Orsøkin er, at eitt av starvsfólkunum á einum av stovnunum kendi seg ússaligt í gjár. Í samráð við lækna varð gjørt av at kanna viðkomandi fyri koronasmittu.
- Av tí at viðkomandi starvsfólk hevur verið til arbeiðis saman við hinum starvsfólkunum fríggjadagin í sambandi við fyrireiking, so kunnu vit ikki lata henda stovnin upp fyrr enn úrslitið av kanningini er klárt, sigur Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri hjá Tórshavnar kommunu.
Fyri øll starvsfólkini á dagstovnum og skúlum er tað ein stór avbjóðing at lata stovnarnar uppaftur nú. Tí er ein vegleiðing gjørd fyri hvønn einstakan stovn í samráð við almennu koronaráðgevingina. Ein ráðgeving er fyri starvsfólkið á stovnunum, og ein ráðgeving er fyri foreldur.
Vegleiðingarnar liggja tøkar á heimasíðuni hjá kommununi, og Jóan Petur Hentze heitti á tíðindafundinum hjá kommununi í morgun á øll foreldur um at seta seg væl og virðiliga inn í vegleiðingina.
Í farnu viku heitti kommunan á foreldur um at boða frá, hvørji børn kunnu væntast at koma í ansing aftur hesa vikuna.
Úrslitið varð, at 855 av teimum umleið 2.200 børnunum í skipanini vórðu meldað til, svarandi til 40 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald