Innanlands

Ein telefon, manglandi koyrikort og ein deyður hvalur

Løgreglan hevur havt eitt friðarligt samdøgur

2024-08-13 07:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan hevur havt tað friðarligt hetta seinasta samdøgrið. Helst hevur vánaliga veðrið verið orsøkin.

Fyrrapartin í gjár var ein bilførari avdúkaður fyri at koyra samstundis, sum hann tosaði í handhildnari telefon. Tað gevur bót og klipp í koyrikortið.

Seinnapartin støðgaði løgreglan einum bilførara, sum koyrdi uttan hava koyrikort. Talan var um ein bilførara, ið hevði mist loyvið at koyra og ongantíð hevur verið upp til nýggja koyriroynd aftur.

Í gjár varð eisini boðað frá, at ein grindahvalur var rikin á land við Skeljavirkið á Oyri. Hvalurin er burturbeindur, verður sagt.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder