Fyrrapartin í gjár varð ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring. Hetta var í sambandi við, at løgreglan kannaði bilar í økinum kring Gøtu, har G! Festivalur hevur verið um vikuskiftið.
Løgreglan gjørdi nógv burturúr at kanna bilar í økinum at vita, um fólk koyrdu ávirkað, men tað var bert hesin eini bilførarin, sum varð skuldsettur. Hann varð handtikin, og blóðroynd varð tikin.
Har vóru eisini fólk, sum komu yvir til løgregluna og bóðu um at sleppa at blása í alkometrið at vita, um tey vóru koyrifør, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Annars hevur seinasta samdøgrið verið rættiliga friðarligt, men í nátt hevur løgreglan eisini havt ein sovandi gest á støðini.
Tað var ein persónur, sum skuldi av landinum umvegis Vága Floghavn í gjár. Men hann hevði fingið so nógv niðurum, at hann ikki slapp við flogfarinum. Tí varð løgreglan boðsend, og hann slapp at sova rúsin av sær á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald