2020-10-07 13:33
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í gjár varð ein nýggjur koronatilburður staðfestur, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Tann smittaði er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Tilsamans eru nú 135.890 kanningar gjørdar, harav 619, sum vórðu gjørdar í gjár.
Tilsamans eru nú 476 smittutilburðir staðfestir í Føroyum, og av teimum eru 452 staðfest frísk aftur. Sostatt er talið á smittaðum í løtuni 24.
Síðan í gjár er ein persónur útskrivaður av sjúkrahúsinum, og sostatt er bert ein innlagdur við korona í løtuni. 117 eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald