Eftir ætlan verður vetrarfrítíð sett í gildið frá skúlaárinum 2024-2025, og tískil kunnu næmingar í fólkaskúlanum, foreldur og onnur avvarðandi vænta, at fyrsta vetrarfrítíðin verður í viku sjey á vetri 2025.
Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum í svari til fyrispurning hjá Eiriki í Jákupsstovu og Liljuni Weihe, tingfólk fyri Tjóðveldi.
Ætlanin er, at frívikan á vetri skal takast av summarfrítíðini hjá næmingunum, soleiðis at summarfrítíðin frameftir verður stytt niður í sjey vikur.
– Hetta kann gerast á tann hátt, at næmingarnir koma í skúla eina viku fyrr í august, enn teir gera í dag, ella við at summarfrítíðin verður stytt partvíst í juni og august. Áðrenn avgerð verður tikin um hetta, verða allir avvarðandi partar hoyrdir, sigur landsstýrismaðurin.
Djóni Nolsøe Joensen metir, at tað fer at koma væl við hjá næmingum í fólkaskúlanum, at teir fáa ein viku vetrarfrí.
– Veturin og tíðin frá jólum til páskir kann tykjast heldur long, drúgv, myrk og møðandi. Eg vænti og vóni, at næmingarnir við eini fríviku í februar koma at hava meira orku, ídni og áhaldni til at læra og fylgja undirvísingini um veturin, sigur hann.
– Harumframt eru tað børn, sum hava foreldur í hvør sínum landi, og við hesi broyting verður tað ein fyrimunur at hava ein steðg í skúlagongdini í eina viku í februar, soleiðis at tey børnini fáa høvi at vitja síni foreldur, sum búgva uttanlands, í friði og náðum uttan at noyðast at hava fráveru frá skúlanum.
Landsstýrismaðurin leggur afturat, at summarfrítíðin hjá næmingunum í dag er heldur long.
– Hetta er eitt heldur langt tíðarskeið at vera burtur frá skúlanum, eins og nógvar familjur hava avbjóðingar við at halda summarfrítíðina saman, tí flestu foreldur hava 5-6 vikur av frítíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald