2023-12-20 12:18
G! Festivalurin hevur seinastu tíðina kunngjørt trý útlendsk nøvn, ið fara at seta sín dám á festivalin í 2024.
Fyrrapartin er tað fyrsta føroyska navnið til festivalin næsta ár so kunngjørt.
- Onkuntíð, og bert onkuntíð, eru vit øll so heppin, at stjørnurnar standa rætt á himni, og gandur hendir. Hóast upprunin var kreppukendur, so er Einangran dømi um, at einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt.
Soleiðis skrivar G! Festivalurin um nýggja bólkin, ið spretti undir koronufarsóttini í eini íbúð í Keypmannahavn. Har rann tónleikaliga saman millum tvær føroyskar tónleikastjørnur, Leu Kampmann og Heiðrik á Heygum.
Tað byrjaði við smáum framførslum á Instagram fyri at stytta sær stundir og fyri at stytta um stundirnar hjá øðrum Við tíðini bleiv samanrenningin til Einangran.
Tað byrjaði við smáum framførslum á Instagram fyri at stytta sær stundir og fyri at stytta um stundirnar hjá øðrum Við tíðini bleiv samanrenningin til Einangran.
- Ljóðið er heitt og røddirnar inniligar. Løgini hava ein tíðarleysan dám og framleiðslurnar eru nýmótans og væl úr hondum greiddar av Janusi Rasmussen og Sakarisi Joensen. Lög sum Vetur, Seinferð, Glashús, og Koyri heim kennast longu sum nýklassikkarar.
Í heyst kom út fyrsta heildarútgávan hjá Einangran, sum eitur Vendir Vindar. Um hetta mundið spældu tey við bólki fyri fullsettum bólki í Norðurlandahúsi, og talan verður veruliga um føroyskan og norðurlendskan dám á Gøtusandi í 2024.
Hetta er fjórða navnið, ið G!festivalurin kunnger. Frammanundan er greitt, at heimskendi íslendski indie-rokkbólkurin, Of Monsters and Men, norska hipp hopp stjörnuskotið Ash Olsen, og ensku sjómansvísustjörnurnar The Longest Johns spæla á G!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald