Mentan

Einangran úti við nýggjari plátu - Vendir vindar

Bólkurin við Heiðrikki á Heygum og Leu Kampmann gevur 12 løg út

2023-09-29 09:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag gevur Einangran loksins sína nýggja plátu úti ið kallast Vendir vindar.

Einangran er mannaður av Heiðrikki á Heygum og Leu Kampmann ið eru sangarar og sangskrivarar, ið byrjaðu bólkin tí tey sótu føst í somu íbúð í Keypmannahavn í fýra mánaðar, tá koronasóttin legði landið lamið í mars, 2020.

Tey vóru bæði ávegis til ymisk lond í sambandi við soloverkætlanir, tey høvdu, tá tey strandaðu í somu íbúðini. Heldur enn at fella í fátt, avgjørdu tey at brúka tíðina til at skapa tónleik, meðan tey bíðaðu eftir, at heimurin læt mørkini upp aftur.

Síðani hava tey smíðað nýggj føroysk løg saman. Hetta var fyrstu ferð, nakar av teimum hevði roynt seg at skriva á føroyskum, og nú útgeva tey eina plátu við 12 løgum sum innheldur t.d landapláguna “Kanska” ið vann fyri besta føroyska lag í 2020 á FMX.

[object Object]

Lea og Heiðrik settu seg í samband við navnfamu framleiðararnar, Janus Rasmussen, ið m.a. er kendur frá Byrta og Kiasmos, og Sakaris Joensen, ið er kendur sum einstaklingatónleikari undir egnum navni, og sum framleiðari fyri t.d. Frum og Frostfelt.

Janus og Sakaris eru báðir búsitandi og virknir í Íslandi og tóku av uppgávuni at framleiða LP’ina hjá Heiðrikki og Leu. Úrslitið av samstarvinum varð útgávan, Vendir vindar ið snýr seg um broyting til nýggjar og ljósari tíðir.

Ein vøkur, akustisk LP, ið rúmar fýra sangir við tíðarleysum tónsetingum, ið stílfult blanda akustiskar og elektroniskar eindir.

Í hesum gleðiliga sambandi, fer Einangran at hava tvær útgávukonsertir. Eina í Keypmannahavn tann 27. oktober á Nordatlantens Brygge og síðani, í Norðurlandahúsinum hin 28. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder