Í farnu viku vórðu blóðroyndir tikin av 397 tilvildarligum persónum í Noregi fyri at kanna um tey høvdu fingið andevni – antistoff – móti korona. Kanningin vísti, at talið av fólkum við andevni liggur undir tveimum prosentum.
Fólkini sum vórðu kannað eru við í eini stórari heilsukanning, kallað ”Den norske mor, far og barn-undersøkelsen”, eisini kallað MoBa.
Hildið verður, at fólk gera sokallað andevni, um tey hava havt koronasmittu.
- Úrslitið av kanningini vísir, at tað eru heilt fá, sum hava havt smittuna, staðfestir Per Magnus hjá Folkehelseinstituttet, sum hevur staðið fyri kanningini, fyri NRK.
Hetta bendir á, at tað bert er ein heilt lítil partur av norska fólkinum, sum hevur havt samband við koronavirusið.
Fólkini í kanningini vórðu vald tilvildarliga, óheft av um tey høvdu verið smittað ella havt trupulleikar við andaleiðini. Øll tey luttakandi eru úr Oslo-økinum, sum er tað økið í Noregi, ið hevur flest skrásettar koronatilburðir.
At fá hava andevni merkir, at norðmenn eru sárbærir í tíðini sum kemur.
- Hetta sigur okkum, at norska fólkið í lítlan mun vísir tekin um, at tey hava havt eina ígerð, infeksjón. Tí er fólki sárbært um sjúkan skuldi blóma uppaftur, sigur Per Magnus.
Komandi tíðina ætlar Folkehelseinstituttet at halda fram við at kanna ymsar bólkar av fólkinum fyri andevni. Oslo Universitetssykehus hevur ætlanir um at kanna upp í 10.000 fólk um dagin, skrivar nrk.no.
Eisini onnur tøl vísa, at talið av fólkum, ið hava fingið virussið, er lágt.
Umleið 180.000 fólk í Noregi eru kannað fyri virus. Talan eru um persónar, ið hava verið sjúkir ella hava víst tekin um andatrupulleikar. Næstan 8.000 av hesum hava fingið staðfest korona.
Tey eru kannað við sokallaðari PCR-test við einum vattpinni í nøs ella hálsi. Hetta vísir, um tað eru arvastoff frá virus í slímhinnunum.
Andevnisroyndir verða gjørdar út frá blóðroyndum, og vísa um ein persónur hevur gjørt andevni – antistoff – móti virusinum. Og ætlanin er at kanna fyri andevni í nógv størri mun í komandi tíðum, skrivar NRK.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald