2023-01-13 20:28
Gott lag í Vági í kvøld. Tað var Einar Thorsteinsson, sum var heppin og kom í gjøgnum við fullari plátu í Gekkinum.
Í fyrsta høggi eydnaðist honum at lenda á reyða leypinum. Frammanundan hevði hann deilt vinningin, sum í kvøld var 3,2 milliónir, í trý, og 1,1 millión var tí á hvørjum leypi.
Einar Thorsteinsson hevði hepni við sær, og fekk 1,1 millión við sær í kvøld.
- Oh my god, var fyrsta reaktiónin frá einum ovur fegnum Einari. Ein øgilig málageipan hoyrdist aftanfyri og telefonir fóru at ringja.
- Hatta var ótrúligt. Oyjøsus oyjøsus navn, segði hepni millióningurin.
Gekkurin næsta fríggjakvøld er 2,2 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald