Í gjárkvøldi vitjaði hann á Bókasavninum við Løkin, sum part av hansara ferð her í Føroyum, og í annaðkvøld ber til at uppliva 67-ára gamla rithøvundan á Klaksvíkar Bókasavni.
Einar Már Guðmundsson á Bókasavninum við Løkin í gjár (Mynd: runavik.fo)
Í tíðindakskrivi verður boðað frá, at Einar Már Guðmundsson fer at lesa úr egnum verkum á tiltakinum í Klaksvík, og at Katrin Næs fer at hava samrøðu við rithøvundan.
Millum verkini hjá manninum úr Reykjavík eru yrkingar, barnabøkur, stuttsøgur og skaldsøgur. Bøkur hansara eru týddar til nógv mál og hann hevur fingið fleiri virðislønin fyri sínar skaldsøgur. Einar Már fekk millum annað Norðurlendsku Bókmentavirðislønina í 1995. Hann er útbúgvin bókmentafrøðingur frá Háskóla Íslands.
Tiltakið á Klaksvíkar bókasavni verður í morgin, hóskvøldið 9. juni, klokkan 19.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald